Hart vunnin sigur á B68

Tað var við tógvi stríð, at sigurin ímóti B68 kom í hús. Einsamalla málið í dystinum skoraði Mohamed Samba longu tá 11 minuttir vóru spældir.

Í fyrra hálvleiki sótu vit á tí mesta, uttan at vera sannførandi. Í seinna hálvleiki gekk heldur verri at fáa spælið at sita, men í síðsta enda kunnu vit fegnast um tey trý stigini. Og eftir dystin staðfesti Samuel eisini í samrøðu við FM1, at hetta var ein hart vunnin sigur.

– Hetta var umráðandi at vinna. Allir dystir eru ”must-win” frá nú av. Men hetta var gott nokk ikki ein penur dystur. Hetta var ikki tað, sum vit ætlaðu okkum í dag. Eg veit ikki, hvat tað var, sum hendi í dag.

– Vit gera býttar feilir, og tað ávirkar liðið, og vit fáa sum so ongantíð tamarhald á dystinum. Men um vit taka dystin sum heild, so er tað uppiborið, at vit vinna.

Samuel var sum altíð álítandi í verjuspælinum, og varð eftir dystin valdur til dagsins leikara av HB-fjepparum.

Longu hóskvøldið skulu vit aftur í eldin. Tá verður seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið ímóti Víkingi. Og Samuel ásannar, at tá skal avrikið verða munandi betri, um vit skulu spæla okkum í finaluna.

Seinna hálvfinalan verður spæld í Sarpugerði hóskvøldið 22. august kl. 17.30.

Mynd: in.fo