Fyrsta tapið í ár

Á einum degi har einki riggaði, fóru vit fyri fyrstu ferð av vøllinum uttan stig.

NSÍ setti seg á dystin beinanvegin, og tað gingu ikki meira enn góðir 10 minuttir, so løgdu teir seg á odda. Eitt innlegg úr vinstru endaði fyri føturnar á Bárði J. Hansen, sum smekkaði bóltin í kassan. Kanska í so passivt verjuspæl frá okkara síðu. Hóast vit royndu, komu vit ikki fram til nakað nevnivert. Høga pressið vit hava sæð so mangan í ár riggaði ikki, og tá vit so endiliga fingu fatur á bóltinum, fingu vit ikki nóg nógv bururúr.

Teitur mátti rista onkra bjarging úr ermuni, fyri at halda okkum inni í dystinum. Men júst sum vit vónaðu at fara til hálvleiks, bert aftanfyri við einum málið, gjørdu vit brotsspark. Tað skoraði Petur Knudsen uppá, og so varð mótbrekkan enn brattari. Og fyri at gera ilt verri, noyddist Pætur eisini skaddur av vøllinum í fyrra hálvleiki.

Seinni hálvleikur gjørdist eitt sindur frægari, men teir heilt stóru møguleikarnir vóru ikki nógvir av. Og tá so Mathias fekk tann stórsta, bjargaði Tórður Thomsen í NSÍ málinum meistarliga.

Her mugu vit bara ásanna, at tað var bara ikki okkara dagur, og tað fyrsta tapið í ár gjørdist veruleiki.

Hagtøl

Betri Deildin menn

NSÍ –  HB 2-0 (2-0)

1-0 Bárður J. Hansen
2-0 Petur Knudsen (br)

Liðið í dag: 1 Teitur Matras Gestsson – 3 Jógvan Rói Davidsen (liðsk),  17 Bartal Wardum, 28 Samuel J. Chukwudi, 6 Daniel Johansen – 21 Mikkel Frankoch, 18 Mathias Nygaard, 8 Dan í Soylu (13 Mads Boe Mikkelsen) – 10 René Shaki Joensen (24 Kevin Schindler), 11 Pætur Petersen (15 Heri H. Mohr), 25 Øssur M. Dalbúð

Óbrúktir eykaleikarar: Jákup Højgaard, Ási Dam, Dánjal Reginsson

Dagsins leikari: Samuel J. Chukwudi

Mynd: Álvur Haraldsen / in.fo