Ársins síðsti dystur endaði við 2-1 eitt sigri á AB. Hóast medaljurnar vóru farnar úr eygsjón, var dysturin ikki heilt uttan týdning. Tí annað enn ein sigur, kundi føra við sær at vit endaðu kappingina á einum 5. plássi. Vertirnir á Argjum løgdu seg eisini á odda 1-0 í fyrra hálvleiki. Og hóast vit royndu, so máttu vit fara til hálvleiks, aftanfyri 1-0.
Sum dysturin leið, sótu vit meira og meira á tí heila. Tað bleiv lagt meira fyri í tí offensiva spælinum. Men tað mundi kostað í hinum endanum, tí tvær ferðir vóru ABarar púra leysir ímóti málinum, men Teitur fekk bjargað meistaraliga. Útjavnandi málið skoraði Pingel. Og tað bleiv eitt dýrt mál fyri AB. Vit vunnu bóltin á miðjuni, har argjamenn vildu hava fríspark. Og eftir at bólturin var farin í málið, hildu teir áfram at gera vart við sína misnøgd. So nógv, at okkurt sum bleiv sagt, hóvaði ikki dómaranum, Petur Reinert, sum gav AB-leikara sítt seinna gula kort, og harvið reytt.
Men ein javnleikur var ikki nokk. Tíggju minuttir fyri leiklok, fekk Ari høvdið á eitt innlegg, og beindi tað í málið. Og harvið endaðu vit árið við einum sigri.
At enda kappingina á fjórða plássið, var kanska minni enn vit høvdu sett okkum fyri. Men sigurin í steypakappingini er absolutt eitt hæddarpunkt, vit kunnu draga fram. Nú verður ein lítil steðgur í, áðrenn mennirnir herja á aftur við venjing um nakrar vikur.
Hagtøl
AB – HB 1-2 (1-0)
1-0 Jobin Drangastein
1-1 Sebastian Pingel
1-2 Ari Mohr Olsen
Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson, Jógvan Rói Davidsen (liðsk.), Sebastian Pingel, Brynjar Hlöðversson (Pætur Petersen), Dan í Soylu (Adrian Justinussen), Samuel J. Chukwudi (Daniel Johansen), Bartal Wardum, Símun Samuelsen, Ari Mohr Olsen, Lasse T. Andersen
Óbrúktir eykaleikarar: Mattias Lamhauge, Símun Sólheim
Dagsins leikari: Teitur M. Gestsson