Adrian bumbaði

Við trimum málum gjørdist Adrian dagsins maður ímóti EB/Streymi.

– Alt í alt var hetta ein ordiliga góður dagur, tók málskjúttin samanum í samrøðu við FM1. Hetta var samstundis fyrsta hat-trick síðani tiltikna dystin á Argjum í 2020, tá Adrian skoraði 4 mál.

Og dagsins maður var, sum vera man, fegin um avrikið. Bæði sítt egna, og hjá liðnum.

– Serliga fyrri hálvleikur var góður, og høvdu vit verið meira kyniskir frammanfyri málinum, kundu vit verið frammanfyri við enn fleiri málum. Seinni hálvleikur byrjar ikki eins væl, og vit gera nokk so nógvar broytingar. Men tað er gott at spælarar koma aftur. Bæði Hørður og Tróndur. Liðið gerst sterkari og sterkari, segði Adrian við FM1.

Næsta uppgáva hjá Adrian og hinum er ímóti B68. Tann dysturin verður á Svangaskarði, sunnudagin 4. juni kl. 16.00.

Mynd: in.fo