WAAG stuðlar HB

Bilasølan WAAG er nýggjur stuðul hjá Havnar Bóltfelag. WAAG er bilasøla við framkomnum verkstaði, sum umboðar bilmerkini Hyundai, Mercedes-Benz, Mitsubishi,Dacia og Renault.
WAAG hevur seinastu árini ment seg til størstu bilasøluna í landinum.
– Vit síggja eitt gott match millum WAAG og HB. Felags fyri okkum er at vit eru ambitiøs, og vilja allatíðina betra okkum. Vit hava m.a. yvirtikið umboðið uppá Hyundai í Føroyum, og síggja fram til eitt spennandi og gevandi samstarv við HB, sigur Pauli Waag, stjóri í P/F WAAG.
Í HB fegnast vit um stuðulin frá WAAG, og síggja fram til eitt spennandi samstarv við ein sterkan viðspælara.
Frá vinstru: Jonas Dal Andersen, Pauli Waag, Heri Hjalt Mohr, Páll Mohr Joensen
Frá vinstru: Jonas Dal Andersen, Pauli Waag, Heri Hjalt Mohr, Páll Mohr Joensen