Eftir at Jonas Dal Andersen segði seg úr starvi í síðsta mánað, hevur Kevin staðið á odda fyri okkara Betri monnum. Fyrsti dysturin var vunnin sannførandi 6-0 ímóti B68. Seinni dysturin var ein venjingardystur ímóti Víkingi, og hóast vit ikki skulu brúka venjingardystir at meta um styrkina, so var hesin tó vunnin heili 8-0. Felags fyri báðar dystirnar var, at vit aftur sóu eyðkenda álopsspælið frá í fjør, har vit trýstu mótstøðuliðið høgt á teirri hálvu.
Næsta uppgávan er Conference League dysturin ímóti FK Budućnost Podgorica, og Kevin er, sum vera man, spentur til dystin, og sigur at fyrireikingarnar hava gingið væl.
– Vit er sjálvandi til reiðar til dyst. Tað skulu vit altíð vera. Fyrireikingarnar hava gingið væl og eftir ætlan. Eg havi staðið á odda fyri liðnum í tríggjar vikur, og allir arbeiða hart. Støðið í venjingini er hækkað, og spælararnir eru hugagóðir og koma smílandi til venjing. Alt hevur gingið uppá stás og vit eru tilreiðar at spæla dystin. Spælarnir eru væl fyri, men vit mangla enn Dan og Lukas, sum hava verið skaddir í eina tíð.
Sterk mótstøða
Mótstøðuliðið vann meistaraheitið í Montenegro í sannførandi stíli í fjør, heili 28 stig frammanfyri nr. 2. Og hóast navnið kanska ikki sigur so nógv hjá meiniga fótbóltsfjepparanum, er talan um eitt sterkt lið. Men venjaratoymið hevur sett seg væl inn í mótstøðuliðið.
– Í stuttum kunnu vit siga, at talan er um eitt kropsliga sterkt lið, sum eisini er væl fyri tekniskt. Teir hava eina góða samanseting av royndum og ungum spælarum.
– Vit eru varugir við at teir hava tapt tveir dystir á rað, samanlagt 7-1 (ímóti HJK Helsinki, red.) Vit kenna teirra styrkir og veikleikar, og nú skulu vit so royna at útnytta tað. Tað verður tó ikki heilt sama lið, sum spældi ímót HJK Helsinki, tí teir fingu onkrar skaðar í teimum dystunum, og eru tí noyddir at broyta liðið eitt sindur. Hetta merkir tó ikki at teir eru veikari, men heldur tað at teir fara at spæla uppá ein annan máta.
– Men líkamikið hvussu teir stilla upp, so hugsavna vit okkum meira um okkum sjálvar, og skulu hava eitt gott úrslit at taka við okkum til Montenegro.
Hóast Kevin ikki vil siga ov nógv um tað taktiska, sigur hann, at vit taka altíð útgangsstøði í okkara egna spælið. Spælskipan og tilgongd vera nøkunlunda sum vit kenna tað. Vit fara at leypa á, men kunnu ikki sleppa hondbremsuni heilt, tí talan er sum sagt um eitt sterkari lið enn nøkur av teimum, vit møta í landskappingini.
Vit vóna at síggja nógv fólk til dystin í Gundadali. Hevur tú ikki longu keypt atgongumerki, kanst tú gera tað HER. Atgongumerki verða bert seld í forsølu, og tískil verður eingin søla við dyrnar.