Tað var spenningur og dramatikkur fyri hvørt oyra, tá vit spældu okkum í finaluna um Løgmanssteypið.
Sjey mál, trý reyð kort og brendir møguleikar var bara nakað av tí, sum vit skuldu ígjøgnum, áðrenn plássið í steypafinaluni varð tryggjað. Hóast vit høvdu eina 1-0 leiðslu frá fyrru hálvfinaluni, var tað ikki soleiðis, at liðið legði seg at verja leiðsluna. Tí tá avtornaði vóru sjey mál skotin í dystinum, og tað sigur so mikið, at verjuspælið ikki hevur verið tað, sum hevur verið í fokus.
Eina løtu vóru vit á odda 3-1, men brádliga var 3-3, og alt var opið. Tað vildi Ási tó ikki vera við til, tí Víkingar høvdu ikki fingið armarnar niður aftur, áðrenn hann við einum dundurskotið skoraði til 4-3 í dystinum, og 5-3 samanlagt. Um tað so stóðu fýra víkingaskip í vegin, hevði hasin bólturin sitið trygt í málinum.
Finalan verður á Tórsvølli 2. november ímóti grannunum úr B36.
Mynd: RSmedia / HB