VFF Cup vinnarar!

Við 3-1 sigri á Víkingi, endurvunnu vit kappingina hjá Venjarafelagnum, VFF CUP. Steypið kom í hús, eftir ein tryggan 3-1 sigur á Víkingi. Stóri spælarin var, sum so mangan áður, Adrian. Hann skoraði øll málini, har hvørt var vakrari enn annað. Tað fyrsta var eitt langskot, og tey bæði næstu vóri skoraði uppá beinleiðis fríspark.

VFF Cup hevur givið okkum nakrar góðar dystir sum upptakt til landskappingina, og vit byrja so smátt at síggja at ætlanin hjá Berthel við spælistílinum gevur úrslit. Venjingardystir eru til at royna ymiskt, men sum Berthel segði í januar, so skulu vit eisini venja okkum við at vinna. Og vit taka fegin teir smáu sigrarnar við.

Spælararnir tykjast vera væl fyri, og spælskipanin sær betri og betri út fyri hvønn dyst. Eisini er at fegnast um at fleiri av okkara ungu leikarum hava fingið møguleikan, og hava tikið av honum.

Í næstu viku fer Betri-hópurin til Suðuroyar á venjingarlegu, har ein dystur er á skránni. Hann verður í Trongisvági ímóti TB, leygardagin 22. februar. Hetta er somuleiðis síðsti venjingardystur á hesum sinni, áðrenn alt byrjar av álvara. Aðalroyndin til landkappingina verður á Tórsvølli 29. februar, tá árligi Stórsteypadysturin verður. Hann verður sum kunnugt ímóti føroyameistarunum úr KÍ. Landskappingin byrjar á útivølli ímóti EB/Streymi 8. mars.

Mynd: Rakul Hansen