Fyrsta umfar í árligu venjingarkappingini VFF Cup verður spælt týskvøldið 17. januar, tá vit fara á vitjan hjá B68.
Leygardagin 21. januar spæla vit í Fuglafirði ímóti ÍF, áðrenn tveir heimadystir koma á rað ímóti ávíkavist KÍ og EB/Streymi.
Síðsta umfar í grundspælinum verður á ”útivølli” ímóti B36 leygardagin 4. februar. Kappingin endar við stórum finaluumfari í Havn, leygardagin 11. februar.
Skráin sær soleiðis út:
Týsdag 17. januar: B68 – HB
Leygardag 21. januar: ÍF – HB
Leygardag 28. januar: HB – KÍ
Mikudag 1. februar: HB – EB/Streymur
Leygardag 4. februar: B36 – HB
Leygardag 11. februar: Finaluumfar
Skráin skal takast við fyrivarni, tá veðrið kann hava sína ávirkan. Klokkutíðir eru ikki ásettar enn, men verða kunnaðar, tá tær eru ásettar.