Málmanslegendan Jens Martin Knudsen verður málmansvenjari hjá Betri monnum. Harvið er venjaratoymið hjá monnunum fullsett til komandi kappingarár.
Jens Martin er eitt vælkent navn í føroyskum fótbólti. Í nógv ár taldist hann millum bestu málmenn í landinum, og var eisini fyrstaval á landsliðnum í nógv ár, har tað bleiv til 65 landsdystir.
Sum leikari umboðaði hann NSÍ og GÍ, og tað eru kanska serliga árini í GÍ miðskeiðis í 90’unum, sum standa føst í minninum hjá okkum HB’arum. Fýra ár á tað vann hann FM-heitið við GÍ, og trý av hesum árunum endaðu vit nr. 2.
Á venjarasíðuni hevur Jens Martin haft ymsar leiklutir í NSÍ gjøgnum árini. Í fjør var hann høvuðsvenjari hjá FC Hoyvík, men nú verður tað so í røttum litum, at Jens Martin fer at deila sínar royndir.
Við setanini av Jens Martin er venjarakabalin løgd við Dodo, Giovanni, Gilberto og nú Jens Martin.
Vit bjóða honum vælkomnan í Gundadal.