Mikkel kom til felagið í summar, men hóast hann bara spældi umleið helvtina av kappingarárinum, gjørdist hann toppskjútti hjá okkum.
Tað tók honum ikki langa tíð, at spæla seg inn í hjørtuni á HB-fjepparunum. Tí longu í sínum fyrsta dysti, sum var ímóti grannunum úr B36, skoraði hann. Og hann steðgaði ikki aftur fyrr enn hann kom upp á 14 mál í Betri-deildini. Og ætlanin er at tað skulu blíva til meira í næsta ár. Hann hevur verið partur av einara vælsmurdari offensivari maskinu, sum við 81 málum hevur sett met fyri flest skotin mál í fremstu mansdeildini.
Og tað var ein løtt avgerð at taka, bæði fyri Mikkel og felagið, tá tosað var um at leingja samstarvið.
– Eg trívist væl her. Bæði ítróttarliga og privat. Hetta er eitt spennandi projekt, og tær avbjóðingarnar sum liggja fyri framman tiltala meg. Tí var tað ein løtt avgerð at taka, um at verða verandi, sigur Mikkel.
Berthel, sum fekk Mikkel at koma hendan vegin, var longu í summar vísur í at talan var um ein veruligan fong. Hann hevði rætt, og tí fegnast hann sjálvsagt um at samstarvið heldur fram.
– Eg eri ógvuliga fegin um at vit hava longt sáttmálan við Mikkel. Hann hevur víst seg at vera ein sannan fong, og hevur frá fyrsta degi víst sínar dygdir á vøllinum. Hann arbeiðir hart, og er ógvuliga tilvitaður um at fáa tað besta burturúr. Hann hevur fingið eina frálíka byrjan uppá tíðina í HB, og vænti eg at vit fara at síggja ein enn betri Mikkel í framtíðini, sigur Berthel at enda.
Sáttmálin millum Mikkel og HB er galdandi til kappingarlok 2021.
Mynd: Álvur Haraldsen, in.fo