Teir skulu vinna – vit vilja vinna

Liðskiparin og metmaðurin skal leygarkvøldið spæla sína 6. finalu um Løgmanssteypið. Og Teitur er ikki bangin fyri at leggja trýst á B36 áðrenn dystin.

– Tað er eitt størri krav hjá B36 at vinna. Teir hava ikki spælt seg til eitt europeisk pláss, so eg vil siga, at teir skulu vinna, og vit vilja vinna.

Lítil trúgv uppá steyp

Áðrenn kappingarbyrjan vóru vit ikki spáddir at hava nakran serligan møguleika at spæla við um nakað sum helst. Men eitt er hvat serfrøðingar siga, og eitt annað er, hvat vit sjálvi halda. Og tað er ikki altíð, at tað er samsvar millum hesar báðar fatanir.

Hópurin var ov smalur, venjaratoymið nýtt, og úrslitini í venjingardystunum vóru einki at reypa av. Og hóast eingin kapping, uttan VFF Cup, hevur verið avgjørd í februar, so vóru flestu serfrøðingar á einum máli, at HB var ikki kappingarført í 2024.

Men serfrøðingar eru nú einans fótbóltsáhugaðir, sum dáma at siga sína meining. Og tað er ikki altíð, at teir fáa rætt. Tí hópurin hevur víst seg at vera nóg góður til at spæla við í oddinum, og nú standa vit so á gáttini til ársins størsta dyst.

– Hópurin hjá okkum er nóg sterkur til at vinna. Tað vil eg siga. Tað er sami hópur, sum hevur spælt hinar dystirnar. Her eru nógvir spælarar, sum hava roynt tað fyrr. So eg vil siga, at vit eru væl brynjaðir til finaluna.

Kroystir grannar

Kappingarárið hjá grannunum hevur ikki hilnast eins væl og væntað. Teir endaðu á einum 5. plássi, og eru tí fyribils uttanfyri europeisku plássini. Tí er stórt trýst á teimum at vinna, um dreymurin um europeiskan fótbólt anno 2025 skal verða veruleiki. So frá at teir vóru FM-kandidatar í februar, og vit allarhelst fóru at enda á 5. plássi, er nú vent í holuni. Og tí hava serfrøðingar lyndi til at gera okkum til favorittar.

Hóast vit ikki hava tapt ein dyst ímóti B36 í meira enn 5 ár, so er ein grannauppgerð nakað heilt serligt. Og tá dysturin er bríkslaður í gongd, eru bæði stigatalva og søgulig úrslit løgd til viks eina løtu.

– Eg vil siga tað uppá tann mátan, at dystir millum HB og B36 eru altíð øgiliga javnir. Tað er ringt at spáa um, hvat fer at henda. Tey síðstu árini er eingin loyna, at vit hava haft eitt øgiliga gott tak á teimum. Og vit vilja øgiliga gjarna vaska finaluna frá 2018 av okkum.

Møguleiki fyri nr. 30

Teitur hevur møguleika at vinna Løgmanssteypið fyri 4. ferð, og HB fyri 30. ferð. Sum ger okkum til suverent mest vinnandi steypalið.

– Tað sigur nakað um, at HB er eitt stórt felag, sum hevur vunnið nógv ígjøgnum árini. Og tað vita vit væl. So tað er upp til okkum at liva upp til tær traditiónirnar, og at HB stendur eftir sum vinnari. So vit fara at gera alt hvat vit kunnu fyri at lyfta steypið fyri 30. ferð, sigur Teitur at enda.

Finalan um Løgmanssteypið verður bríkslað í gongd leygarkvøldið kl. 19.00.