Tað er her, eg hoyri heima

Eftir eitt ár í útlegd, er Tróndur aftur har hann hoyrir heima. Nevniliga í Gundadali.

Og tað er sjálvsagt nærliggjandi at spyrja hann, hvussu tað kennist at vera aftur í reyða og svarta búnanum

– Tað er gott. Tað er her, eg hoyri heima, er fyrsta reaktiónin.

– Eg gleði meg til at spæla í Gundadali aftur. Eg havi saknað tað øgiliga nógv. Tað er einki sum at spæla her. Tað er her sum eg havi verið meginpartin av lívinum, og tað er her eg trívist best.

Tróndur telist millum bestu miðvallarar í landinum, og serliga í kapppingarárunum 2018 og 2019 var hann ein av okkara lyklaleikarum. Men í september 2019 var hann so óheppin at slíta krossbandið. Hetta helt hann burtur frá fótbóltinum í 11 mánaðar. Tí bleiv tað bara til 7 dystir á besta liðnum í 2020.

Men stendur tað til Trónda sjálvan, so verður lagt afturat teimum 190 dystunum hann hevur spælt higartil.

– Eg havi sett mær sum mál at gerast ein týdningarmikil partur av einum vinnandi liðið. Mín partur skal so ikki liggja eftir, sigur hann at enda.

Vit fegnast sjálvsagt, um at ein av okkara egnu er vendur heim aftur. Tí her er altíð pláss fyri okkara egnu, hóast teir velja at royna aðrar leiðir. Og teir flestu finna sjálvir vegin heim.

Sáttmálin er galdandi til og við kappingarárið 2023.

Hagtøl: FaroeSoccer