Styrkur til miðvøllin

Seinastu brikkarnir í puslispælinum til komandi kappingarárið eru við at fella uppá pláss, og til at styrkja um miðvøllin er komin sviin, Emil Berger. Emil er 31-ára gamal, og hevur síðstu tvey árini spælt við íslendska felagnum Leiknir, har hann hevur verið liðfelagi hjá Mikkel Dahl, og einum øðrum fyrrverandi HB-spælara, Brynjar Hlödversson, betri kendur sum Binni. 

Stutt lýsur Emil seg sjálvan sum ein hart arbeiðandi miðvallara, sum vil gera alt fyri at vinna. Og júst tað at vinna, er nakað sum hann hevur ætlanir um í HB. 

– HB er størsta felagið í Føroyum. Felagið er ambitiøst, og vil vinna. Júst sum eg. So møguleikin at koma til eitt nýtt og spennandi land, í einum stórum og ambitiøsum felag, var nakað sum lokkaði meg hendanvegin. Fyri meg og unnustuna er hetta eitt ævintýr, men eg eri fyrst og fremst komin fyri at spæla fótbólt og vinna. 

Liðfelagar tosaðu um HB

Kunnleikin til Føroyar var ikki stórur, áðrenn Emil fór til Ísland. Men har hevði hann tríggjar liðfelagar, sum høvdu spælt í Føroyum áður. Har av tveir HBarar. 

– Satt at siga, so kendi eg ikki so nógv til Føroyar, áðrenn eg fór til Íslands at spæla. Men hesi bæði árini havi eg hoyrt nógv positivt um landið, og ikki minst um HB, har Mikkel og Binni hava tosað ógvuliga positivt um teirra upplivingar. 

Eitt er hvat hini siga, men tá hann sjálvur hevði tosað við HB, og sæð umstøðurnar, var hann ikki í iva. 

– Hetta verður spennandi. Tað tykist ógvuliga professionelt, og vónandi kann eg vera við til at flyta felagið, og gera mítt íkast til at vit fara at berjast um steypini. Eg og felagið hava somu ambitiónir, har vit alla tíðina vilja gerast enn betri. 

– Europeiska avbjóðingin er eisini spennandi. Eg havi ikki spælt europeiskar dystir síðani 2011, tá eg var í Örebro. So tað verður spennandi at royna aftur. 

Hóast hann verður elsti maður í hópinum, følir hann ikki, at hann ikki kann lær meira. 

Enn líka svangur

– Tað sigur seg sjálvt, at eg sum 31-ára gamal komi við royndum. Men tað er ikki soleiðis, at eg eri liðugur sum fótbóltspælari. Tvørturímóti. Eg læri enn, og eri enn líka hugaður at læra, sum tá eg var ungur. Og mær dámar líka væl at spæla fótbólt, sum tá eg var 20 ár. Nú komi eg til eitt heilt nýtt land, eitt nýtt felag og nýggjar liðfelagar, sum fara at geva mær nýggjan íblástur. 

– Men sum ein av teimum royndu, so taki eisini ábyrgd á vøllinum. Eg eri ikki hann, sum rópar harðast, men stýri heldur við at vegleiða mínar viðleikarar, sigur Emil at enda. 

Sáttmálin við Emil er galdandi fyri kappingarárið 2023. 

Vit bjóða Emil vælkomnum í Gundadal, og gleða okkum at síggja hann og liðfelagarnar til ársins fyrsta heimadyst, sunnudagin 5. mars. kl. 15.00. 

Hevur tú ikki keypt árskortið enn, kann tað keypast í nethandlinum.