Stórsteypið 2024

Leygardagin 2. mars verður startskotið til kappingarárið 2024, tá vit bresta saman við KÍ í Stórsteypadystinum.

Síðani 2007 hevur verið spælt um Stórsteypið. Av teimum undanfarnu átta Stórsteypadystunum, vit hava verið partur av, hava vit vunnið fýra. Hetta er seinasti dystur áðrenn landskappingin byrjar, so liðið, sum vit fara at síggja í dag, kann minna meira um sterkastu uppstilling, enn vit hava sæð í venjingardystum higartil. Tó eru onkrir smásnuddir í hópinum, og tí verður ikki væntað, at Dodo fer at at risikera nakað.

Dysturin er millum føroyameistarar og steypavinnarar árið frammanundan, og ágóðin frá dystinum verður latin til vælgerandi endamál. Í ár fær Berin ágóðan av. Berin er sorgarbólkur fyri ung upp til 29 ár.

Dysturin verður spældur á Tórsvølli og byrjar kl. 17.30.

Mynd: Mike Hendrickson / HB