STEYPAVINNARAR!

Vit einum 2-0 sigri á Víkingi hava vit endurvunnið Løgmanssteypið

Í fyrra hálvleiki sótu vit á øllum, og tað var tí væl uppiborið at vit komu á odda. Ein bóltur endaði hjá Mikkel Dahl, sum smekkaði til. Bólturin hevði allarhelst farið við síðunar av málinum, men skotið var somikið hart, at Víkingaleikarin, ið royndi at verja fyri, var so óheppin at beina bóltin í egið mál.

Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrr endaði, og hann var ikki meira enn 10 minuttir gamal, tá Mads, sum var komin inn fyri ein skaddan Hilmar Leon í hálvleikinum, smekkaði bóltin í kassan til 2-0. Eftir hetta kom Víkingur meira inn í dystin, og fekk skapt nakrar stórar møguleikar. Men lukkutíð tóku teir ikki av, og tí kundu vit koyra sigurin heim, og harvið vinna greipuna, fyri fyrstu ferð síðani 2004.

Hagtøl

Løgmanssteypið, finala

Víkingur – HB 0-2 (0-1)

0-1 Sjálvmál
0-2 Mads Boe Mikkelsen

Liðið í dag: 1 Teitur Matras Gestsson – 15 Heri Hjalt Mohr, 5 Delphin Tshiembe, 19 Hørður Askham, 6 Daniel Johansen (3 Jógvan Rói Davidsen) – 8 Dan í Soylu , 18 Mathias Nygaard, 4 Heðin Hansen – 23 Hilmar Leon Jakobsen (13 Mads Mikkelsen), 22 Mikkel Dahl (11 Pætur Petersen), 7 Adrian Justinussen

Óbrúktir eykaleikarar: Jákup Højgaard, Tróndur Jensen, Bartal Wardum, Øssur M. Dalbúð

Dagsins leikari: Teitur M. Gestsson

Mynd: portal.fo