Eftir tvey ár í reyða og svarta búnanum, skiftur Stefan Radosavljevic Gundadal út við The Showgrounds í Írlandi har hann komandi árini fer at spæla við Sligo Rovers, sum spælir í bestu deildini í Írlandi. Stefan hevur leingi haft ein dreym um at sleppa uttanlands at royna seg, og hesin dreymur gerst nú veruleiki. Harvið er hann tann triði av okkara A-landsliðsleikarum, sum fer uttanlands at royna eydnuna.
Stefan hevur verið sera eyðsýndur hesi bæði árini, har tað fyribils er blivið til 65 dystir og 25 mál. Hesa tíðina hevur hann eisin tikið stigið frá U21-landsliðnum til A-landsliðið.
Vit ynskja Stefan allar bestu eydnu víðari á yrkisleiðini, og hvør veit, kanska vit síggja hann aftur í HB-blusuni einaferð í framtíðini.