Komandi vikan er ógvuliga spennandi og avgerandi fyri okkara Betri menn. Týskvøldið er grannauppgerð í kappingini um Løgmanssteypið, og sunnudagin er toppdystur í Betri deildini, tá KÍ kemur á vitjan.
Hóast vit bert eru í mai mánað, kunnu hesir dystirnir fáa stóran týdning, tá steyp og heiðursmerki skulu handast í heyst. Týskvøldið er setningurin greiður. Vinna vit, varðveita vit møguleikan at vinna Løgmanssteypið. Tapa vit, so mugu vit bíða til í 2024.
Landskappingardysturin ímóti KÍ hevur eisini stóran týdning, har vit við einum sigri kunnu fáa heilt stóran spenning í aftur landskappingina. Og spurdur um hvussu avgerandi vikan kann gerast, er Jákup Martin púra greiður. Allir dystir skulu vinnast.
– Tað veldst um hvussu tað gongur. Tað er soleiðis, at tá man er í einum sovorðnum felag sum HB, so eru allir dystir ein finala. Man skal vinna allar dystirnar sum eru.
– Og skal man tað, er tað av stórum týdningi, at man bara hugsar um ein dag í senn. Eina venjing, eina venjing og síðani ein dyst, sigur Jákup Martin í samrøðu við Portal.fo.
Hóast fjepparar hugsa fleiri vikur fram, og onkur kanska longu hevur tikið lummaroknaran fram, so leggur Jákup Martin dent á týdning, at bara taka ein dyst í senn.
– Dystir í næstu viku havi eg ikki hugsað meira um, enn at vit skulu geva monnum spælitíð. Tað eru nakrir, sum eru eitt sindur merktir av mongu dystunum, og so eru tað eisini menn á bonkinum, sum gera tað gott, og hava uppiborið kjansin.
– Vit ætla at vinna! Tað er eingin ivi um tað! Og var tað bara so einfalt, so var tað tað. Men tað snýr seg eisini um hugburð. Hvussu koma vit inn í dystin. Man kann vinna og tapa dystir uppá ymsar mátar. Men tað besta er, um vit vísa ein framúr hugburð. Og halda fram við at byggja uppá okkara spæl. Og vinna vit á arvafíggindunum og spæla okkum víðari, verður tað ein góður dagur, sigur Jákup Martin at enda í samrøðu við Portalin.
Dysturin ímóti B36 byrjar týskvøldið kl. 18. Í samband við dystin, verður skipað fyri upphiting í HB-húsinum. Les meira um tað HER.
Mynd: portal.fo