– Spennandi at sleppa út í Europa

Lutakastið til undanumfarið í Europa League var í dag, og úr pottinum kom norðurírska Glentoran FC. Føroysk feløg hava eftirhondini spælt nógvar dystir ímóti norðurírskum liðum, men hóast talan hevur verið um tættar uppgerðir, hevur einki føroyskt felag megna at spælt seg víðari úr hesum uppgerðum. Vit vóru nær við í fjør, tá vit spældu 2-2 ímóti Linfield á heimavølli, meðan dysturin í Belfast endaði við teprum 1-0 ósigri.

Bert ein dystur hesa ferð

Í mun til undanfarin ár, har liðini hava spælt tveir dystir, er talan bert um ein dyst í ár. Hetta er ein avleiðing av koronasmittuni, sum hevur gjørt um seg um alt Europa. Lutakastið skuldi eisini avgerða hvat lið fær heimavøll, og av tí at Glentoran varð trekt fyrst, verður dysturin spældur á The Oval í Belfast. Hóast vit høvdu ynskt okkum dystin á heimavølli, fara vit til uppgerðina við sjálvsáliti, og eini trúgv uppá at tað ber til at vinna.

– Fyrst og fremst er tað spennandi at fara út at ferðast. Tað er eitt av teimum áhugaverdu tingunum við at spæla europeiskar dystir. Vit kenna ikki tað stóra til Glentoran, so hetta er sjálvandi nakað vit fara at seta okkum at analysera, og fara at hyggja eftir, hvat tað er fyri eitt lið vit skulu møta, sigur Berthel beint eftir lutakastið.

Hugsa fyrst um AB

Hetta er tó ikki tann dysturin sum liggur fremst í huganum, tí áðrenn tað skal ein landskappingardystur spælast mikukvøldið.

– Men áðrenn vit koma so langt, hava vit ein týdningarmiklan landskappingardyst ímóti AB. Vit lata fólk sum eru knýtt at hópinum taka sær av teimum praktisku tingunum í samband við Europa League. Men so skjótt dysturin ímóti AB er spældur og gjøgnumgingin, venda vit fokus ímóti Glentoran, og fara at fyrireika okkum til tað uppgávuna, leggur hann afturat.

Dysturin ímóti Glentoran verður spældur hóskvøldið 20. august.