Sitið heima í morgin!

Nú Betri deildin hjá monnum endiliga fer í gongd, verður tað fyribils uttan áskoðarar. Tilmælini frá heilsumynduleikunum eru enn at fólk ikki samlast í ov stórum bólkum. Tí vilja vit inniliga heita á tykkum um at vera heima, og hyggja eftir dystinum í Televarpinum ístaðin.

Koronasmittan hevur gjørt stórt inntriv í okkara gerandisdag, men um vit øll lyfta hesa uppgávuna í felag, gongur vónandi ikki alt ov lang tíð, áðrenn vit sleppa at bjóða tykkum øllum aftur í Gundadal.

Tað at eingir áskoðarar sleppa til dyst, merkir eisini at inntøkurnar frá vanligu atgongumerkjasøluni eru burtur. Inntøkur ið eru við til at fíggja ein stóran part av rakstrinum hjá felagnum. Um tit ynskja at stuðla við eini upphædd samsvarandi við vanligan atgongumerkjaprís, kunnu tit gera tað HER.