Seinasta keypið í hesum umfarinum

Tað vóru nakrir hektiskir tímar og minuttir, tá samráðingarnar við Middelfart um Hanus skuldi gerast lidnar. 

Klokkan gekk, og spenningurin var í hásæti. Ja, tað var næstan sum at vera í einum filmi. Undirritaði stóð spentur í gongini uttanfyri høvuðsskrivstovuna í HB-húsinum. Fólk tosaðu í telefon í hvør sínum lag. Páll kom út av skrivstovuni, og tað er synd at siga, at smílið var stórt. ”Gongur tað?”, spurdi eg. Páll ypti øksl, og svaraði stutt ”eg veit ikki”. Skuldi tað eydnast? Ella var Hanus noyddur at pakka sær kuffertið aftur, og venda nøsina niður aftur til Danmarkar? 

Men vit eitt kom eitt róp av skrivstovuni. ”Yes! Sodan!”. Avtalan var komin uppá pláss! So nú var at bera skjótt at, og avgreiða tað síðsta, soleiðis at Hanus kundi skrásetast, áðrenn flytingargluggin lat aftur. Og tað gekk. Tað restaðu bert fáir minuttir í, men Hanus bleiv skrásettur sum HB-spælari. 

Drúgvar samráðingar 

– Tað eydnaðist, sigur ein ovurfegin og stórsmílandi Hanus, tá pappírini endaliga eru góðkend í TMS-skipanini.  

Sum lýst omanfyri, var tað eisini um reppið, at tað ikki eydnaðist okkum at fáa avtaluna í lag. Hóast samráðingarnar við Middelfart hava verið í gongd í eina tíð, var ringt at finna eina semju. Men stutt áðrenn flytingargluggin lat aftur, samdust feløgini um ein leigusáttmála fram til summar, og Hanus kann endiliga kalla seg HB-spælara aftur. 

Skal sannføra venjaran 

Evnini hjá Hanusi vóru eyðsýnd frá ungum árum, og sum 15-ára gamal fór hann til FC Midtjylland. Í januar 2021 gekk leiðin so víðari til Middelfart, har hann hevur spælt seinasta árið. Har føldi hann at hann hevði rent seg eitt sindur fastan, og tí var møguleikin at koma heim at spæla við HB kærkomin. 

– Eg gleði meg bara at sleppa at spæla aftur. Eg havi vant við eina tíð, og havi verið við í nøkrum venjingardystum. Og nú tá avtalan endiliga er komin uppá pláss, er ein stór byrða farin av mínum herðum. Formurin er í topp, og nú skal eg bara prógva fyri Kim, at eg skal fáa spælitíð. 

Í fjør summar var Hanus eitt stutt skifti aftur í HB, men var bert tøkur í ein dyst. Tað var í Champions League undankappingini ímóti Inter Club d’Escaldes. Tá var hann somuleiðis leigaður úr Middelfart. 

Fegnast um góðu umstøðurnar 

Nú er hann so aftur, og fyri Hanus hevur tað eisini nakað at siga, at hann nú fer frá at spæla í botninum í donsku 2. deild, til at spæla á einum liðið, sum skal spæla við um steyp. 

– Eg føli at eg kann menna meg enn meira her. Viðleikararnir eru góðir, venjarin dugnaligur, og alt rundanum felagið er bara meira professionelt. Í fyrstu atløgu verið eg her fram til summar. So fáa vit at síggja hvat hendir aftaná. 

Flytingargluggin er latin aftur, og Hanus er seinasta innkeypið í hesum umfarinum. Hann er tøkur til dystin ímóti B36 leygarkvøldið, har felagið skipar fyri rimmar upphiting fyri fjepparunum.