Pætur Petersen hevur skrivað sáttmála við HB

Pætur J. Petersen hevur í dag undirskrivað sáttmála við føroyameistararnar.

HB eru í dag fegnir um at kunngera, at Pætur J. Petersen hevur valt at spæla í reyðum og svørtum komandi kappingarár.

20 ára gamli Pætur J. Petersen er skálvíkingur og spældi barnaárini við B71. Sandoyingar hava ofta roynts okkum góðir og sjálvandi vóna vit tað sama hesaferð.

Hann hevur seinastu tvey kappingarárini spælt við EB/Streymi. Í ár hevur hilnast heilt væl hjá honum sum heild, og hann hevur skorað 7 mál í Betri Deildini og er toppskorari hjá felagnum í Sundalagnum. Hann skoraði eisini 2 mál í U21-steypafinaluni móti okkum, sum okkara ungu tó vunnu eftir brotssparkskapping.

Hóast sín unga aldur er hann longu skrásettur fyri 175 dystir á FaroeSoccer, 44 fyri EB/Streym tey bæði seinastu árini, annars fyri B36 frá 2013 til 2017. Tann 26. juni 2015 spældi hann sín fyrsta dyst í Betri Deildini, tá hann í 67. minutti avloysti Jákup á Borg.

Sáttmálin millum Pætur J. Petersen og HB er galdandi í eitt ár.