Nú bara eitt gott samdøgur er til finala um Løgmanssteypið verður bríkslað í gongd, eru teir síðstu smálutirnir við at koma uppá pláss. Harða arbeiðið síðani januar mánað, skal nú geva úrslit.
Eins og vit flestu onnur, er Dodo eisini spentur til finaluna. Og tað at hon er ímóti B36, ger ikki spenningin, og viljan at vinna, minni.
– Øll vilja vinna. Spælarar, venjarar, fjepparar. Ja, øll rundanum felagið. Og eg vænti ein javnan dyst, har bæði liðini fara eftir sigrinum
Skaðafríur hópur
Vit hava haft nakrar keðiligar skaðar at drigist við í ár, men við hjálp frá dugnaligum fysioterapeutum og fysiskum venjara, eru allir mans tøkir til finaluna.
– Eg haldi, at vit eru væl fyri. Allir mans eru tøkir. Eisini Sammy og Áki, sum hava verið nakað darvaðir av skaða í seinastuni. Allir eru til reiðar at spæla. Og allir vilja spæla.
Liðini kenna væl hvørt annað, og tí kann ein freistast at hugsa, at venjarin hevur nøkur taktisk trekk í ermuni, sum kunnu taka B36 á bóli. Me
– Tað taktiska fert tú at síggja undir dystinum. Men eg haldi ikki, at tað eru nøkur loyndarmál okkara millum. Vit kenna bæði veikleikar og styrkir hjá hvørjum øðrum. So eg vænti ikki, at nakar verður tikin á bóli. Sum eg segði, so vænti eg ein javnan dyst, har bæði liðini fara eftir sigrinum, sigur Dodo at enda.