Okkara menn vunnu eisini Stórsteypið

Besta liðið hjá monnum byrjaði árið á sama hátt sum teir endaðu í fjør, við einum steypi. Við 1-0 sigri á grannunum og steypavinnarunum í fjør B36, fekk HB eina framúr byrjan á fótbóltsárið. Hetta er longu annað steypið hjá okkara monnum í ár, eftir at teir vunnu VFF Cup fyri 14 døgum síðan.

Hetta er fyrstu ferð, at vit vinna Stórsteypið síðani 2010.

Í fyrra hálvleiki gekk striltið at fáa spælið at hanga saman. Tað var tíl tíðir rótut, har B36 kanska var nakað meira á bóltinum, uttan tó at skapa nakað serligt. Størsta møguleikan høvdu vit tó, tá Dan í Soylu tók kjansin uttanfyri brotssteigin og smekkaði til. Óheppið fyri okkum brast bólturin í stongina, og meira spurdist ikki burturúr.

Seinni hálvleikur var ikki meira enn 4 minuttir gamal, tá veteranurin Símun Samuelsen eftir eitt fínt álop hevði seinasta fótin á bóltinum. Tó skuldi eitt sindur av kleyvarskapi til í B36 verjuni, áðrenn bólturin endaði fyri føturnar á Símuni. Men fótbóltur er nú einaferð soleiðis, at øll mál telja líka nógv. Sum heild var spælið betur í seinna hálvleiki, og vit stýrdu spælinum, tó uttan at skapa teir heilt stóru møguleikarnar.

Teir síðstu minuttirnar legði B36 meira fyri, og tað var líka við at kosta. Ein afturlegging endaði við óbeinleiðis frísparki til B36 í brotsteiginum. Men tað tættasta bólturin var málinum, var tá hann lá stillur á vøllinum. B36’arnir tóktust vera ónøgdir við eitt hvørt, og tað endaði við, at ein teirra var sendur undir brúsina í ótíð. Men lukkutíð bríkslaði dómarin dystin av, áðrenn B36 kom niður á 9 mans, og Jógvan Rói kundi fyri aðru ferð í ár taka ímóti einum steypi.

Tú sært samandrátt av dystinum hjá KVF her