Eftir at hava kunnað seg um umstøðurnar í smáar tvær vikur, verður 22-ára gamli Gustav Kjeldsen knýttur at Betri hópinum.
Gustav spælir í miðverjuni, og verður lýstur sum ein høgur, vinstrabeintur, spælandi miðverji.
– Hann er ein róligur ”jyde”, sum hevur bæði beinini á jørðini, og er væl skúlaður í FC Midtjylland. Umframt at vera ein góður verjuspælari, er hann eisini ein góður fótbóltsspælari, sum er bæði kvikur og góður á bóltinum. Og hann kemur inn á eitt pláss, har vit hava verið eitt sindur sárbærir, sigur Kim, tá vit biða hann lýsa Gustav.
Ungur maður við royndum
Hóast sín unga aldur, er talan um ein royndan leikara, sum hevur spælt 70 dystir í næstbestu deildini í Danmark. Og nú gongur leiðin so til Føroyar og røttu megin Gundadal.
– Fyrst og fremst er tað Kim, sum hevur tosað væl um felagið og umstøðurnar. Hann bjóðaði mær til royndarvenjing, har eg slapp at vísa meg fram. Eg kenni nakrar sum hava spælt her fyrr (Mikkel Dahl og Mikkel Frankoch, red), og teir hava bara rósandi orð at bera felagnum. Og alt tað sum Kim og hinir søgdu við meg áðrenn, fekk eg váttað, tá eg var á vitjan í síðstu viku.
– Harumframt veit eg eisini, at HB er Føroya mest vinnandi felag, og málið er altíð at vinna. Tær ambitiónirnar havi eg eisini, og eg fari at gera mítt til, at eg og liðfelagarnir fara at standa við steypinum í oktober, leggur hann afturat.
Í fyrstu atløgu er sáttmálin galdandi fyri kappingarárið 2022, men hvørki venjari ella spælari avvísa, at tíðarskeiðið í Gundadali kann verða longri enn eitt ár.