28-ára gamli Delphin Tshiembe verður nýggjur maður í reyðum og svørtum. Delph er føddur í Congo, men er uppvaksin í Danmark, har hann m.a. hevur spælt 56 dystir í Superliguni fyri AC Horsens. Seinast hevur hann spælt í skotsku Premier League fyri Hamilton Academical, har hann spældi 19 dystir
Delph er 188 cm høgur, og spælir í miðverjuni, men hevur eisini spælt á miðjuni. Og tað er nakað sum sæst í hansara spælið, sambært Berthel.
– Hann er ein sterkur spælari. Sterkur í nærdystum, bæði í luftspælinum og í mann móti manni. Harumframt er hann róligur, og hevur gott eyga fyri spælinum.
Umframt at tær leikligu dygdirnar hava týdning, hevur Berthel eisini lagt stóran dent á at teir spælarar sum koma inn, gjarna vilja tað. Vilja spæla fyri HB. Og at teir hava teir menniskjaligu eginleikarnar, sum gera at teir passa inn í hópin.
– Delph hevur nakrar leiðaraeginleikar, bæði á og uttanfyri vøllin. Hann tekur ábyrgd, og stýrur liðnum. So er hann eisini ein glaður og útvendur persónur, sum skapar gleði og gevur sítt íkast til samanhaldið á liðnum, leggur Berthel afturat.
Vit bjóða Delph vælkomnan í Gundadal.