Hann hevur vant við okkum seinastu vikurnar, og nú eru partarnir vorðnir samdir um at skriva sáttmála. Talan er um Jákup Højgaard, ið vardi málið hjá EB/Streymi í fjør, har hann spældi 10 dystir í Betri Deildini.
Jákup er 25-ára gamal og sleit tey fyrstu pørini av handskum hjá grannunum í B36. Umframt B36 og EB/Streym hevur Jákup umboðað AB og Skála. Higartil er tað blivi til 27 dystir í bestu deildini og 99 í næstbestu deildini.
Tað er ein ambitiøsur málmaður, sum nú er komin at taka kappingina upp við Teit.
– Eg ætli mær at gera mítt fyri, at vit aftur koma heilt upp í toppin at spæla. Og so eri eg glaður fyri at gerast partur av einum góðum og professionellum hópi, har eg kann menna meg nógv, sigur hann.
Jákup er sum nevnt ”uppvaksin” í Gundadali, og møguleikin fyri at spæla aftur á Ovara Vølli er nakað, hann sær fram til.
– Eisini er tað lekkurt at vera komin heim aftur í Gundadal, leggur hann afturat.
Vit bjóða Jákupi vælkomnan røttu megin í Gundadali.