Vit hava í dag sett nýggjan hjálparvenjara hjá Betri-monnum. Talan er um 31-ára gamla Kevin Schindler, sum er úr Týsklandi. Hann hevur eina langa yrkisleið sum spælari aftanfyri seg, har hann m.a. hevur umboðað Werder Bremen í Bundesliguni, umframt at hann eisini hevur spælt 12 landsdystir á týska U21-landsliðnum. Eisini hevur hann roynt seg í Hollandi og Amerika.
Kevin gavst at spæla á sumri í 2019, og valdi at útbúgva seg sum venjari. Sum part av venjaraútbúgvingini var hann nakrar mánaðar í týska stórfelagnum Borussia Dortmund. Og tað er hendanvegin at sambandið við Kevin er komið.
– Eg fekk møguleika at fylgja venjingini hjá U23-liðnum hjá Borussia Dortmund, har fyrrverandi hjálparvenjarin hjá Berthel, Mike Tullberg, er venjari. Hann segði mær at Berthel tørvaði ein hjálparvenjara, og spurdi um tað var nakað fyri meg. Eg helt hetta ljóðaði spennandi, og eg var so her í nakrar dagar í desember, og hugdi eftir umstøðunum. Vit tosaðu nógv saman, og funnu skjótt útav at vit hava eina felags uppfatan av fótbólti.
Men hví kemur ein maður úr Týsklandi, sum einki samband hevur við Føroyar, hendan vegin?
– Sum spælari havi eg roynt meg í Týsklandi, Hollandi og Amerika. So tað er ikki ókent fyri meg, at royna nakað nýtt. Eg eri forvitin, og vil fegin læra nakað nýtt. Eg eri ógvuliga spentur uppá hesa avbjóðingina, sigur hann at enda.
Sjálvur er Berthel ovurfegin, at hava fingið Kevin í venjaratoymið.
– Kevin er ein ungur venjari, sum eg havi lært at kenna ígjøgnum mítt netverk í fótbóltsheiminum. Hann kemur við nógvum royndum frá sínari karrieru sum spælari. Royndir sum tey flestu bara kunnu droyma um. Vit báðir hóska væl saman, og hann vil fegin brúka sínar royndir at læra frá sær. Síðani hann var á vitjan í desember, hevur hann sett seg inn í føroyskan fótbólt og viðurskifti. So hann hevur eisini nakrar av teimum menniskjaligu eginleikunum, sum vit gjarna vilja síggja her í felagnum. Nevniliga forvitni at læra meira og svongd eftir at vinna.
Kevin er tann fjórði venjarin í ár, ið er settur í fulltíðarstarv í felagnum. Vit bjóða honum vælkomnan í Gundadal.