HB hevur gjørt avtalu við norska felagið Bryne um at leiga Noah Mneney restina av hesum kappingarárinum.
Noah er 21-ára gamal miðvallari, og hevur spælt við Bryne síðani 2023. Áðrenn tað spældi hann við Víkingi, har hann fekk 73 dystir í Betri-deildini, 13 í steypakappingini og 4 í Conference League.
Hann hevur spælt á øllum føroysku ungdómslandsliðum frá U17 til U21, og hevur eisini spælt 5 A-landsdystir fyri Føroyar.
Vit bjóða Noah vælkomnun í Gundadal, og frætta meira frá honum seinni.
Mynd: FSF