Hann var ein av bara tveimum spælarum, ið stóð á bæði fyrsta og síðsta dómaraseðlinum í júst farna áratíggju. Í 2010 var tað bert hansara triði dystur á besta liðnum, og tann fyrsti frá byrjan. Og síðani tá, er skeggið blivið síðari, og talið av dystum í bestu deildini blivið til 199. Og mín sann um hann ikki eisini ætlar sær at runda teir 200 dystirnar, tí Jógvan Rói hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við okkum.
Jógvan Rói hevur verið ímyndin av HB-liðnum. Ja, onkur vil vera við, at blóðið hjá honum er reytt OG svart! Hann hevur spælt her alt sítt lív, og tí hevur ongantíð verið uppá tal at spæla aðrastaðni. Tað hevur tikið eitt sindur av tíð, men nú er sáttmálin undirskrivaður.
– Eg havi umhugsað støðuna eitt sindur, men um eg skal spæla, so er tað her. Fótbólturin krevur nógv, samstundis sum at tað skal takast atlit til arbeiði og familju. Men nú gleði eg meg bara at koma í gongd, sigur Jógvan Rói.
Vit fegnast um at Jógvan Rói tekur eitt tørn afturat, og gleða okkum til at síggja hann tuska oman og niðan eftir síðulinjuni í 2020.