Metmaðurin Mikkel tekur eitt kappingarár afturat í reyðum og svørtum, og hevur undirskrivað sáttmála fyri 2024.
Tað var á sumri í 2020 at Mikkel var at síggja í Gundadali fyri fyrstu ferð. Hann gjørdi bart beinanvegin, og skoraði í fyrsta dystinum, sum var ímóti B36. Málini komu javnt og títt, og hann endaði kappingarárið við at skora 14 mál í 17 dystum tilsamans. Harvið hevði hann sín stóra leiklut í meistarheitinum tað árið.
Árið eftir var Mikkel ikki til at steðga, og setti, sum flestum kunnugt met, tá hann skoraði 27 mál í landskappingini. Til hetta skuldi hann bara brúka 25 dystir.
Í 2022 fór Mikkel ein túr til Íslands at spæla við Leiknir, men longsulin til Gundadal var so stórur, at hann kom heim aftur í fjør.
Nú hann ferð í gongd við sítt fjórða kappingarár í Føroyum, er tað higartil blivið til 81 dystir og 59 mál í øllum kappingum.
Hagtøl: FaroeSoccer
Mynd: Álvur Haraldsen, in.fo