Við sjey uppleggum í fjør var Mathias Voss millum mest álopssinnaðu bakkar í Betri deildini. Og eftir tvey ár í 07 Vestur, verður álopskendi bakkurin at síggja í Gundadali komandi kappingarár.
Mathias kom til Føroya í 2022, og skjótt fingu fótbóltsáhugaðir føroyingar eyguni upp fyri serliga hansara offensivu dygdum. Hann hevur spolað aftur og fram eftir høgru síðu, og hevur hesi bæði seinastu árini haft næstseinasta fót á 10 málum.
Nú verða tað so Gundadalur og HB-viðhaldsfólk, sum fáa gleði av fryntliga dananum og hansara dygdum.
– Uttanfyri vøllin er ikki so nógv sprell í mær. Eg eri róligur av lyndi. Men á vøllinum er meira futtur í. Eg eri skjótur, og mær dámar væl at koma fram við á vøllinum og luttaka í offensiva spælinum.
Eyðsýndu dygdirnar gjørdu, at áhugi var fyri Mathias uttanlands. Men FIFA-reglur fyri ungar spælarar gjørdi tað torført. Tí er Mathias sera fegin um at kunna lata seg í reyða og svarta búnan.
– Eg síggi hetta sum eitt stig upp. HB er eitt stórt felag við ambitiónum. Og eg gleði meg til at spæla við í oddinum, og vónandi vinna nøkur steyp. Persónliga havi eg ikki sett mær nakað ávíst mál, annað enn at eg skal hjálpa liðnum á bestan hátt. Men sum offensivur bakkur skal eg sjálvandi vera við í álopsspælinum, og tað hevði verið stuttligt at verði tann bakkurin við flest uppleggum, sigur Mathias at enda.
Sáttmálin við Mathias er galdandi fyri kappingarárið 2024, og fyrsti møguleiki at síggja hann og liðfelagarnar í týðandi dysti, er komandi leygardag, tá árligi Stórsteypadysturin er á skránni. Dysturin er ímót Føroyameistarunum úr KÍ, og verður spældur á Tórsvølli leygardagin 2. mars kl. 17.30.