Tveir leikarar komu fyri fyrstu ferð á máltalvuna í Betri-deildini, tá mennirnir vunnu tryggan 3-0 sigur á Skála.
Bæði Dávid og Emmanuel takkaðu fyri álitið frá venjaranum, og skutu síni fyrstu mál í Betri-deildini. Dávid legði okkum á odda 1-0 í fyrra, meðan Emmanuel skoraði til 2-0, stutt inni í seinna hálvleiki.
Nú endaspurturin verður settur inn, er tað bæði týdningarmikið og hugaligt, at fleiri av okkara offensivu spælarum gera um seg.
Myndir: RSmedia / HB