Lutakastið til 1. undanumfar í UEFA Conference League hevur verið, og vit møta Derry City úr Norðurírlandi, men sum spælir í bestu deildini í Írlandi.
Derry City er einasti lið úr Norðurírlandi, sum spælir í bestu deildini í Írlandi. Í fjør endaðu teir á 2. plássi, 13 stig aftanfyri meistararnar úr Shamrock Rovers. Í skrivandi løtu liggja teir eisini á øðrum plássi í deildini.
Fyrri dysturin verður á heimavølli hósdagin 13. juli, og seinni dysturin verður í Írlandi 20. juli.
Um vit megna at spæla okkum víðari, bíðari finska liðið KuPS í 2. umfari.