Lutakastið til Conference League

Í morgin, 14. juni, verður lutakastið til 1. umfar í Conference League. Lutakastið verður í høvuðssætinum hjá UEFA í Nyon í Sveits. Til ber at stroyma lutakastið á heimasíðuni hjá UEFA frá kl. 12.00.

Hvørjum kunnu vit møta?

60 lið eru við í lutakastinum til 1. umfar. Tey eru býtt í 6 bólkar á 10 lið, alt eftir hvar á UEFA styrskislistanum tey eru. Í hvørjum bólki eru 5 styrkismett lið og 5 sum ikki eru styrkismett. Vit eru styrkismett í bólki 6, har hesi liðini eru:

Styrkismett:

  1. Flora Tallinn (EST)
  2. Pogoń Szczecin (POL)
  3. Crusaders (NIR)
  4. HB Tórshavn (FRO)
  5. Riga FC (LVA)

Ikki-styrkismett:

  1. FCB Magpies (GIB)
  2. Derry City (IRL)
  3. SJK Seinäjoki (FIN)
  4. Newtown (WAL)
  5. KR Reykjavík (ISL)
Soleiðis verður drigið

Tveir bollar eru. Ein til styrkismett lið og ein til ikki-styrkismett lið, har hvørt lið hevur eitt tal. Styrkismett hava tølini 1-5 og ikki-styrkismett hava tølini 6-10.

Ein kúla verður tikin úr hvørjum bolla, og koyrd í ein triðja bolla. Kúlurnar verða blandaðar, og síðani tiknar upp og latnar upp. Fyrra talið, ið verður drigið, fær heimavøll í fyrsta dystinum.

Sum skrivað omanfyri, hava vit talið 4. Tí er tað hetta talið, sum vit skulu halda eyga við. Talið 6-10, sum verður parað við 4, verður sostatt okkara mótstøðulið.

Drigið verður til allar bólkarnar samstundis. Hetta merkir at um t.d. tølini 1 og 10 verða paraði, møtast nr. 1 og 10 í øllum bólkunum.

Fyrri dysturin verður spældur hósdagin 7. juli og seinni dysturin eina viku seinni, 14. juli.