Lutakastið til fjórðingfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið hevur verið, og vit spæla aftur á útivølli.
Eftir at vit varpaðu KÍ úr kappingini við einum 3-2 sigri í Klaksvík, vóru vit sjálvsagt í pottinum til fjórðingsfinalurnar. Og lutakastið háttaði seg soleiðis, at vit skulu ein túr til Margáir at spæla ímóti EB/Streymi.
Dysturin verður spældur kristi himmalferðardag, sum er hósdagin 9. mai. Klokkutíð verður ásett seinni.
Mynd: in.fo