Hóast undankappingin til Champions League ikki er spæld enn, var lutakast til 1. umfar í dag. Og um vit megna at spæla okkum víðari úr undankappingini, verður næsta mótsstøðuliðið meistararnir úr Ungarn, Ferencváros.
Ferncváros er úr ungarska høvuðsstaðnum Budapest, og telist millum størstu feløgini í landinum. Harumframt eru teir mest vinnandi felagið í Ungarn, við 32 meistaraheitum og 23 steypasigrum.
Fyrsta stop: Albania
Í næstu viku spæla vit undankappingina til Champions League. Flestum kunnugt skuldi henda kapping eftir ætlan spælast í Føroyum, men strongu koronakrøvini gjørdu, at UEFA ikki metti tað vera ráðiligt at spæla kappingina her, og flutti hana til Albania.
Fara avstað í vikuskiftinum
Ferðalagið fer avstað til Albania sunnudagin, og fyrsti dysturin verður týsdagin 25. juni ímóti Inter Club d’Escaldes úr Andorra. Megna vit at vinna hendan dystin, skulu vit spæla ímóti vinnaranum av dystinum ímillum Folgore úr San Marino og FC Prishtina úr Kosovo.
Fyri at fáa best møguligu upptaktina til Champions League avbjóðingina, er dysturin í Betri deildini ímóti TB framskundaður til hóskvøldið 17. juni kl. 18.30