Fyrst var tað abbin. Síðani pápin. Og nú er túrurin komin til 20-ára gamla Lukas at lata seg í eyðkenda HB-búnan. Abbin, Birgir Hansen, var m.a. við til at vinna fyrsta føroyameistaraheiti felagsins í 1955, meðan pápin, Julian Hansen, var við til at vinna FM sum spælari í 1981, 1982 og 1990 og sum venjari í 2010.
Lukas er føddur og uppvaksin í Danmark og hevur fingið størsta partin av síni fótbóltsuppaling í FC Midtjylland. Tó hevur hann í landsliðshøpi umboðað Føroyar og hevur spælt á U17-, U19- og U21-landsliðnum.
Hetta verður tó ikki fyrsta kappingarárið hjá honum í føroyskum fótbólti, tí í 2019 spældi hann seinnu hálvu við AB, har hann í 12 dystum skoraði 5 mál og var harvið viðvirkandi til, at AB varðveitti plássið í Betri Deildini tað árið.
Komandi árið verður hann so at síggja í HB-troyggjuni, og tað er nakað, sum hann gleðir seg nógv til.
– Fyrst og fremst haldi eg, at HB er eitt spennandi felag við einum sterkum liði og einum ótrúliga dugnaligum venjaratoymi. Harafturat hevur pápi mín bæði spælt og verið venjari í HB, so eg kenni sjálvsagt nakað til felagið, sigur Lukas.
Og ungi maðurin setur sær sjálvum og liðfeløgunum stór mál fyri komandi kappingarár.
– Bæði eg og restin av liðnum hava sum mál at endurvinna bæði lands- og steypakappingina. Harumframt vóni eg, at vit kunnu gera ein vørr í Europa, tí tað haldi eg so avgjørt, vit hava liðið til.
Lukas verður lýstur sum ein tekniskt gávaður spælari við góðum bólteyga. Og so kann hann sambært egnari útsøgn spæla bæði á vonginum, bakkinum og á miðjuni.
Vit bjóða Lukasi vælkomnan í HB og vóna, at hann kann fylgja familjutraditiónini og vera við til at vinna felagnum stórar sigrar.