Loyvini hjá Ibrahim Moro eru nú endaliga komin upp á pláss, og hann kann nú endiliga kalla seg HBara.
Ibrahim Moro er 27-ára gamal miðvallari úr Ghana. Og hóast sáttmálin bleiv undirskrivaður í mars, er tað ikki fyrr enn nú at arbeiðs- og uppihaldsloyvið er komið uppá pláss. Fyrsta dystin í reyðum og svørtum hevur hann longu spælt, tá hann í vikuskiftinum spældi við 1. deild.
Hann kom til Europa longu sum 18-ára gamal, tá hann skrivaði sáttmála við svenska felagið AIK, har hann spældi fram til 2015. Síðani tá hevur hann m.a. verið í Silkeborg í Danmark, har hann spældi 56 dystir.
Seinast hevur hann verið sáttmálabundin við Arambagh í Bangladesh, men vegna korona kom hann ongantíð á vøllin. Nú verður hann so at síggja í HB restina av hesum kappingarárinum.
Vit bjóða Ibrahim vælkomnum í Gundadal, og gleða okkum til at síggja hann á vøllinum um stutta tíð.