Havnar Bóltfelag kann í dag kunngera, at Lasse Andersen hevur gjørt nýggjan sáttmála við felagið, sum er galdandi fyri 2019. Danski miðverjin, sum kom til felagið undan hesum kappingarárinum, hevur roynst væl í miðverjuni saman við Bartali Wardum.
Í Havnar Bóltfelagið fegnast vit um, at stinni miðverjin við góða vinstrabeininum, hevur valt at halda fram í felagnum. 23 ára gamli Lasse Thillitz Andersen eigur stóran lut í meistaraheitinum, sum vit hava fingið við metnógvum stigum – heili 73. Í landskappingini hevur HB bara latið 18 mál inn í ár. Trekkja vit tvey tey fyrstu umførini frá, tá Lasse ikki var við, so hevur liðið bara latið 14 mál inn í 25 dystum, síðani miðverjin kom til.
Tað er einki at siga til, at vit í HB fegnast um, at Lasse Andersen er okkara í eitt ár afturat! – HB23!
“Eg trívist væl í felagnum og vildi alla tíðina halda fram. Tí eri eg eisini sera fegin um at hava longt sáttmálan. Vit hava havt eitt fantastiskt ár. Nú gleði eg meg til komandi kappingarár og at umboða HB í Champions League”