Av tí at Tórsvøllur ikki hevur fingið endaliga góðkenning, verður Conference League dysturin ímóti Buducnost Podgorica fluttur á Ovara vøll.
Tey, ið hava keypt atgongumerki í øki 104 á Tórsvølli, hava fingið pláss í HB-húsinum. Teldupostur við nýggjum atgongumerkjum er sendur.
Útselt er í HB-húsinum, men enn eru pláss í Vestara skýlið.
Atgongumerki verða bert seld í forsølu, og kunnu KEYPAST HER.