Í gjár var tíðindafundur undan Conference League dystinum ímóti Maccabi Haifa, har tíðindafólk høvdu møguleika at seta Kevin og Teiti spurningar.
Ein partur av prátinum snúði seg um hitan og umstøðurnar, sum jú eru nakað øðrvísi enn tað, vit eru von við.
– Veðrið er ikki øðrvísi enn tað var í Albania og Montenegro. Hetta er sjálvsagt ikki tað sama sum vit hava heima í Føroyum, men vit fáa ein vatnsteðg í hvørjum hálvleiki, so veðrið skal ikki vera tað sum darvar okkum, segði Kevin.
Eingin ivi eru um Maccabi Haifa er stórfavorittur. Ikki bara undan hesum dystinum, men eisini at spæla seg víðari. Hetta tóktist tó ikki nerva Kevin.
– Sjálvsagt verður tað ein torførur dystur, men vit eru væl fyri í løtuni, og hava nakrar góðar dystir í beinunum. Umstøðurnar her eru eitt sindur annarleiðis, serliga við teimum nógvu áskoðarunum. Men vit eru spentir, og vit eru ikki bangnir fyri nøkrum.
Dysturin byrjar kl. 18 í kvøld, og kann stroymast HER.