Hjálparvenjarin hjá Betri-monnum seinastu tvey árini, Kevin Schindler, gevst nú í felagnum.
Kevin kom til felagið í 2020, har hann var hjálparvenjari hjá Jens Berthel Askou. Hesum leiklutinum helt hann fram í undir Jonas Dal Andersen, og eftir at Jonas og HB endaðu samstarvið, tók Kevin yvir sum fyribils høvuðsvenjari, inntil Allan Dybczak tók yvir restina av 2021.
Ætlanin var, at Kevin skuldi vera høvuðsvenjari í 2022, men av tí at neyðugu loyvini ikki koma uppá pláss til tíðina, verður hetta av ongum.
Vit ivast ikki í dygdunum hjá Kevin, men fyri at vera venjari í Betri Deildini krevst A-venjaraprógv, ella at man er innskrivaður á A-venjaraútbúgving. Málsligar avbjóðingar gera, at Kevin ikki hevur møguleika at taka útbúgvingina í Føroyum. Tí skuldi hann eftir ætlan taka hana umvegis týska fótbóltssambandið, men koronustøðan hevur við sær, at færri luttakarar sleppa inn, og tí er Kevin ikki innskrivaður enn.
Vit takka Kevin fyri tíðina í felagnum, og ynskja honum og familjuni alt tað besta í framtíðini.
Arbeiðið við at finna nýggjan høvuðsvenjara er í gongd, og vit vænta at hetta kemur uppá pláss, innan heilt stutta tíð. Til tá koma Andrew av Fløtum og Símun Samuelsen at hava venjingarnar, saman við fysiska venjaranum Helmand Hamid.
Nevndin