Jonas Dal Andersen verður nýggjur høvuðsvenjari, eftir at hann í gjár undirskrivaði ein 2-ára sáttmála. Hann hevur ongantíð roynt seg sum venjara aðrastaðni enn í Danmark. Men hesa avbjóðingina kundi hann ikki takka nei til.
– Mær hevur altíð dámt væl Føroyar, og havi verið her fleiri ferðir. Tá hesin møguleikin brádliga kom, var eg ikki í iva í at hetta var rætta avbjóðingin fyri meg. Eg gleði meg eisini at sleppa út í Europa at royna meg. Harumframt helt familjan at tað kundi verið spennandi at roynt eitt slíkt ævintýr. So tað er nógv sum talaði fyri, tá hesin møguleikin kom. Eg gleði meg at koma ígongd. At uppliva føroyskan fótbólt, og at møta teimum fólkunum sum eru her.
Men hvat veit Jonas so um føroyskan fótbólt og HB?
– Eg kenni eitt sindur til føroyskan fótbólt. Eg havi starvast á í ISI ítróttarháskúlanum í Ikast, har vit hava haft nógvar føroyskar næmingar. Harumframt kenni eg fleiri venjarar og leikarar, sum hava verið her. Eg var millum annað venjari hjá Lassa Andersen, tá hann skifti frá Kjellerup til HB. So føroyskur fótbóltur og HB eru ikki heilt ókend fyri mær. Eg veit at HB altíð strembar eftir at vinna. Hetta er eitt felag við stórum ambitiónum. Tað merki eg, bæði tá eg tosi við fólk í felagnum, men eisini tá eg tosi við onnur, sum hava áhuga í føroyskum fótbólti. Her fer man eftir at vinna meistaraheitið hvørja ferð. Og tað vil eg eisini.
Í fjør spældu vit sera álopssinnaðan fótbólt við høgum trýsti. Og hóast eingir venjarar eru fullkomiliga eins, er hetta nakað sum Jonas vil byggja víðari uppá.
– Eg vil eisini spæla við høgum trýsti, og stýra dystunum bæði offensivt og defensivt. Eg fari at halda fram við sama leisti, og fari ikki at kollvelta nakað. Sjálvandi fari eg at gera nakrar taktiskar tillagingar, og fari at hyggja eftir hvar vit kunnu gerast enn betri. Men tit skulu vænta at síggja álopssinnaðan fótbólt, sigur Jonas at enda.