Hann fór sum ungur avstað at royna fótbóltseydnuna, men ein álvarsamur skaði steðgaði fyribils hansara uttanlandsævintýri. Nú er hann so komin heim aftur til barndómsfelagið, har hansara fremsta mál er at sleppa at spæla fótbólt aftur. Hóast tað enn eru nakrir mánaðir til hann verður aftur á vøllinum, so er tað tó ein positivur og optimistiskur Jákup vit fáa orðið á. Og tá vit spyrja hann, hvussu tað kennist at vera heima aftur, er hann avgjørdur í sínum svarið.
– Deiligt! Eg fór avstað í 2013, so tað er gott at vera heima aftur. Aftur í kendum umhvørvi, har man kennir fólkini. At sleppa at tosa sítt egna mál aftur, og at vera heima hjá familjuni, er heilt sikkurt nakað sum fer at hjálpa mær at koma fyri meg aftur eftir skaðan. Eg gleði meg, sigur hann spentur.
Fyri Jákup snýr tað seg fyrst og fremst at koma fyri seg aftur, nú hann er komin heim. Tað fer at taka tíð, men her skal einki framskundast, tí tað kann gera tingini verri. So tað er við eitt sindur av fyrivarni, nær vit kunnu vænta at síggja hann aftur á vøllinum.
– Tað er ein ringur skaði at hava við at gera, og tað er eingin tíðarhorisontur sum so. Tað verður meira hugt at viku fyri viku, har eg komi at økja ferð- og styrkivenjing. Merki eg afturstig, so má eg taka tað so hvørt. Men annars skal eg bara spakuliga leggja uppá. Í november (2019) segði læknin september 2020, so tað er ein møguleiki. Gongur tað væl, kann tað verða áðrenn. Gongur tað minni væl, kann tað vera seinni. Men sjálvur vóni eg at sleppa at spæla aftur í summar. Tað er í hvussu er tað eg arbeiði fram ímóti beint nú.
Hóast sín unga aldur, hevur Jákup roynt meira í sínari karrieru, enn nógvir aðrir hava. Royndirnar á eitt nú landsliðnum, og í UEFA Youth League við FC Midtjylland, hava lært hann at avrika undir trýsti. Hetta er alt lærdómur hann vil geva víðari. Ikki bara til yngri spælarar, men eisini til sínar liðfelagar, kanska serliga tá vit skulu út í Europa.
– Eg fór avstað sum 15-ára gamal, og nú eri eg 22. So sjálvandi er tað ein royndari og búnari Jákup, ið nú kemur heim. Eg kenni meira til fótbóltsheimin, og veit hvat krevst, sigur hann og leggur afturat:
– Tær royndir eg havi fingið uttanlanda, havi eg lært nógv av. Eg havi spælt undir stórum trýsti, bæði á landsliðnum og í UEFA Youth League við FC Midtjylland, og tað er nakað sum hevur ment meg – bæði sum persón og leikara. Tað er kanska eitt av teimum tingunum, eg kann geva víðari. Ikki bara til ungar spælarar, men eisini tá vit skulu út í Europa at spæla.
Nú hann er komin heim, hevur hann ikki slept dreyminum um at sleppa uttanlands aftur at spæla. Men hann er hann er fullgreiður yvir, at fyri at hetta skal lata seg gera, skal hann fyrst koma fyri seg, og síðani snýr tað seg um at fáa spælitíð.
– Málið er at sleppa uttanlands aftur. Men nú skal eg líka koma ígongd aftur. Eg havi verið nógv skaddur, og tí vil eg gjarna hava eitt ár, har eg havi møguleika at spæla fast. Tað er tað týdningarmesta beint nú. Tá eg havi gjørt tað, kann eg byggja víðari. Men nú skal eg bara spæla fótbólt aftur, sigur hann at enda.
Vit eru fegin um at Jákup nú verður at síggja reyðum og svørtum, og ynskja honum vælkomnan heim.