Eftir 7 ár uttanlanda, kemur Jákup L. Thomsen nú heim aftur spæla fyri barndómsfelagið.
Jákup fór sum 15-ára gamal til Danmarkar, har hann fekk sáttmála við Superliga-felagið FC Midtjylland. Eisini hevur hann verið útleigaður til Skive, Thisted og íslendska felagið FH.
Í fjør fekk hann ein krossbandsskaða, og er nú í gongd við at venja upp aftur. Vit bjóða honum vælkomnum heim aftur, og gleða okkum at síggja hann aftur á vøllinum.
Meira verður at frætta frá Jákupi seinni.