Jákup Højgaard hevur longt sáttmálan, so at hann nú er galdandi til árslok 2021. Jákup kom til felagið í fjør, og var fyri tað mesta eykamálmaður. Tó so, fekk hann ein dyst á besta liðnum, tá hann bleiv skiftur inn fyri ein skaddan Teit, í 3-2 sigrinum á AB á Argjum. Harumframt spældi hann 16 dystir í 1. deild.
Hóast tað ikki bleiv til meira enn tann eina dystin á besta liðnum, er Jákup til reiðar at taka enn eitt ár í HB. Og motivatiónin er kanska størri enn nakrantíð.
– Hóast liðið vann alt sum vinnast kundi, hevði eg kanska mítt ringasta ár á míni fótbóltsleið. Eg var nógv skaddur, og kom av tí sama ongantíð heilt í form. Beint nú merki eg einki til nakran av skaðunum, og tí havi eg skriva undir aftur, og gleði meg til eitt nýtt kappingarár.
Var kappingin um plássið hørð í fjør, so verður hon ikki minni í ár. Tí umframt Teit, skal Jákup eisini kappast við heimkomna Bjarta um plássið í málinum. Men hetta ræðir hann ikki.
– HB hevur føroya sterkasta málmannstoymi nú. Tað kann ikki vera annað enn gott fyri allar partar, sigur Jákup. Eg hevði eitt trupult ár í fjør við skaðum sum órógvaðu. Fyrsta málið er tí at halda meg púra skaðafrían, fyri at røkka upp aftur á mítt topp niveau. Klári eg tað, so ivist eg ikki í at fáa eitt gott kappingarár, og so fáa vit at síggja hvat hendir. Har afturat havi eg eisini ein dyst úti á Argjum, sum eg ræðuliga gjarna vil vaska av mær, sigur Jákup at enda.