Áleyparin, ið veruliga vísti síni evni ímóti kappingarenda, hevur nú longt sáttmálan til og við kappingarárið 2023.
Jákup hevur verið nógv darvaður av skaðum seinastu tvey árini, men í seinnu hálvu í júst farna kappingarárið sóu vit veruliga hvat býr í honum. Umframt at skjóta mál, sóu vit eisini ein ógvuliga gløggan spælara, sum eisini legði upp til mál hjá sínum liðfeløgum.
Drúgvi skaðasteðgurin hevur sjálvsagt sett síni spor. Men nú følir Jákup, at hann er við at vera har, sum hann var áðrenn skaðan.
– Eg føli at eg eri ordiliga komin fyri meg fysiskt. Ferðin er komin aftur, og vendingarnar sita sum tær skulu. Kroppurin hevur tað gott.
– Mentalt eri eg eisini blivin sterkari, og eri blivin nógv betri at takkla mótgang. Tá meira tíð er brúkt uppá at hyggja enn at spæla, føli eg eisini at eg eri blivin ein klókari fótbóltsspælari. Tíðin burtur frá vøllinum hevur givið mær eitt nógv betri yvirblikk, og eg síggi spælið enn meira sum ein heild. Hetta er nakað sum eg eisini føli eg kann hjálpa mínum liðfeløgum við.
Vil vinna
Ein natúrligur partur av at vera áleypari, er at skjóta mál. Og tí verða teir ofta mátaðir og vigaðir eftir málum. Men málini eru ikki tað, sum liggur fremst í hugaheiminum hjá Jákupi. Og tí setur hann heldur ikki eitt tal á, hvussu nógv mál hann skal skjóta.
– Fyrst og fremst snýr tað seg um at vinna dystir. Tað er altíð ein góð kensla at skjóta mál, men um tað er eg ella síðumaðurin ið skjýtur málini, er líkamikið. Vit spæla sum eitt lið, og tí skulu allir gera sítt fyri at vinna.
– Málið í HB er altíð at vinna. Og eg hati at tapa. Soleiðis er tað bara. Málsetningurin eitur ongantíð top-3 ella Europa. Vit fara altíð eftir at vinna, og tað er líkamikið hvat hini feløgini siga og gera. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað ber, sigur Jákup at enda.
Vit fegnast sjálvsagt um at vit framhaldandi fara at síggja fótbóltsevnini hjá Jákup í Gundadali, og byrja so smátt at gleða okkum til bólturin fer aftur á rull.