Jakob: Eg elski at skjóta mál

Fyrrverandi danski ungdómslandsliðsspælarin hevur drúgvar royndir í donsku 1. deild, umframt at hann hevur spælt nakrar dystir í Superliguni.

Tað hevur verið leitað eftir styrki til álopspartin, og valið er fallið á 25-ára gamla Jakob Johansson, sum seinast spældi við Helsingør.

Jakob byrjaði at spæla fótbólt í Hvidovre, og sum 14-ára gamal skifti hann til FC Nordsjælland, har hann gjørdist partur av teirra ungdómsakademi. Í FCN spældi hann við øllum ungdómsliðunum upp eftir, og hann fekk eisini ein dyst í Superliguni. Seinni bleiv hann útleigaður til Randers FC, eisini í Superliguna, har hann spældi 8 dystir.

Síðani tá hevur hann spælt í HB Køge, Fremad Amager og seinast FC Helsingør. Komandi árið er tað so Gundadalur, sum verður hansara heimavøllur.

– Eg eri ein ágrýtin áleypari, sum altíð fer eftir at vinna. Og so elski eg sjálvandi at skjóta mál. Tað er fyrst og fremst tað, sum eg eri komin her til, sigur Jakob sum tað fyrsta.

– Eg havi spælt eitt sindur í Superliguna, men fyri tað mesta í 1. deild. Nú eg skuldi royna okkurt nýtt, var hetta ein spennandi møguleiki. Eg havi haft nøkur góð prát við Símun (Samuelsen) og Dodo, og eg gleði meg til hetta ævintýrið. Felagið vil vera við í oddinum, og tað vil eg eisini. Og so eru dystirnir í Europa eisini ótrúliga spennandi.

Sáttmálin við Jakob er galdandi fyri kappingarárið 2024.