Bert ein dystur stendur ímillum okkum og eina møguliga steypafinalu. Fyrri dysturin á Tórsvølli endaði við javnleiki 2-2, so enn er alt opið, hóast NSÍ hevur lítlan fyrimun.
Men hjá okkum er setningurin greiður: Dysturin skal vinnast.
– Fyrst og fremst hopi eg at nógvir HB-fjepparar koma at stuðla okkum. Tað hava vit brúk fyri, tí uppgávan verður torfør, men als ikki ómøgulig. Vit skulu “bara” skora eitt mál meir enn teir, so eru vit í finaluni. Og tað ber væl til, tí tað hava vit fyrr gjørt í Runavík.
– Vit hugsa faktiskt ikki so nógv um nakað serligt úrslit. Vit skulu bara vinna, longri er tann søgan ikki. Vit vilja ótrúliga gjarna í hasa finaluna, , sigur Teitur í samrøðu við heimasíðuna hjá FSF.
Útivallarmál telja
Reglurnar um útivallamál eru enn galdandi í Føroyum, og um so er, at tað eftir 90 minuttir stendur á jøvnum samanlagt, fer tað liðið víðari, ið hevur skorað fleiri mál á útivølli. Tí skulu vit heilt út í 3-3 javnleik, ella meira, fyri at vit skulu standa okkum við javnleiki.
Endar dysturin 2-2, verður umdystur á tvær ferðir 15 minuttir. Og er støðan enn 2-2 aftaná tað, verður neyðugt við brotssparkskapping.
Dysturin byrjar í kvøld kl. 18, og verður spældur við Løkin í Runavík.
Koronapass skal vísast við dyrnar
Atgongumerkir kunnu keypast í kioskini við vøllin, og til ber at gjalda við gjaldskorti.
Skýlið verður býtt í 2 økir, har HB-viðhaldsfólk sita í suður endanum.
Vegleiðing um brúk av koronapassi:
Eitt gyldugt koronapass skal upfylla eina av hesum 6 treytum:
ES góðkent talgilt koronapass – til dømis tað danska ella føroyska – grundað á:
- lidna koppseting ikki eldri enn eitt ár,
- koronakanning ikki eldri enn 72 tímar ella
- PCR test, sum váttar fyrrverandi smittu seinasta árið.
Harafturat ber eisini til at brúka hesi skjøl saman við passi ella koyrikorti:
- gula koppsetingarkortið, sum váttar koppseting seinasta árið,
- váttan um føroyska PCR kanning ikki eldri enn 72 tímar ella
- váttan frá landslæknanum um fyrrverandi smittu seinasta árið.
Føroyska talgilda koronupassið kann takast niður á telefonina á korona.fo.
Mynd: portal.fo